top of page

VIÐTØKUR FYRI PALLLISTAFELAG FØROYA

§ 1 Navn og heimstaður felagsins

Navn felagsins er ”Palllistafelag Føroya”

(Faroese Association of Performing Arts Professionals)

Palllistafelag Føroya er landsfevnandi felag, við heimstaði í Tórshavn.

Palllistafelagið er fakfelag hjá føroyskum framførslu- og palllistafólki og leikhússtarvsfólki annars.

 

§ 2 Endamál felagsins

Endamál felagsins er sum fakfelag hjá føroyskum palllista- og framførslulistafólki og leikhússtarvsfólki annars:

1) at røkja starvsligu, listarligu og upphavsrættarligu áhugamálini hjá limunum, og í hesum sambandi at veita limunum hjálp, ráðgeving og stuðul í rættindum teirra; at umboða limir sínar í felagskapum og nevndum og í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar av øllum slag.

2) at menna palllistafakligu førleikarnar hjá limum sínum við tvørfakligum samskifti og samstarvi og yvirskipað at styrkja støðuna hjá palllistini í samfelagnum sum heild. 

3) at hava samskifti við útlendsk feløg og altjóða felagsskapir á palllistarliga økinum.

 

§ 3 Limaskapur, rættindi og skyldur

Stk.1: Rætt til limaskap hevur einhvør myndigur persónur, sum burturav virkar innan útinnandi framførslulista- yrkispalllista- og leikhússtarvsfólka-økið, og sum annaðhvørt hevur útbúgving innan palllistayrkið frá einum av felagnum góðkendum skúla og/ella hevur samsvarandi yrkisskeið og yrkisroyndir, ið kunnu metast javnt við hesar førleikar.

Stk. 2:  Tey, ið søkja limaskap og verða góðkend sum limir, tá hesar viðtøkur koma í gildi, gerast sum stovnandi limir Palllistafelagsins A-limir, og hava frá fyrsta degi valbæri, umframt møti-, talu- og atkvøðurætt.

Stk.3: Tey, ið framyvir søkja limaskap og verða góðkend sum B-limir, hava møti- og talurætt.       A-limaskap við valbæri og valrætti fáa limir frá og við tí degi tey uttan íhald hava verið gjaldandi limir í 1 ár.  

Stk. 4: Umsøkjari, ið samstundis er limur í øðrum bólki, hvørs avgerðir ella atgerðir ganga ímóti áhugamálum Palllistafelagsins, kunnu noktast limaskap í Palllistafelag Føroya.

Stk. 5: Um ivi er, hvørt umsøkjari lýkur treytirnar fyri limaskapi, tekur nevndin avgerð.

Stk. 6: Palllistafelagið er ikki vinnuligt og limir felagsins ábyrdast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum felagsins.

 

§ 4 Broytingar í limaskapi

Stk.1: Rættstundis og óbrotið limagjald er ein fortreyt fyri bæði A- og B-limaskapi.

Stk.2: Sambært §3, stk.3 broytist B-limaskapur til A-limaskap eftir 1 óbrotið ár av limaskapi. 

Stk. 3: Limir, sum vilja melda seg úr felagnum, skulu gera hetta í skrivligum boðum til nevndina.

Stk. 4: Limir, sum hava havt brot í limaskapinum, byrja av nýggjum við B-limaskapi frá og við tí degi, tey skrivliga lima seg innaftur í felagið og harafturat hava goldið møguliga eftirstøðu í limagjaldi.  

Stk. 5: Limir kunnu koyrast úr felagnum um:

- eftirstøða er í limagjaldinum.

- limur beinleiðis ger ímóti lógum felagsins og aðalfundar- og nevndarsamtyktum,

- arbeiðir móti áhugamálum felagsins.

Nevndin tekur avgerð um at koyra lim úr felagnum, eftir at viðkomandi limur hevur fingið boð og høvi at føra fram sjónarmið síni.

Avgerð nevndarinnar kann innan 4 vikur leggjast fyri aðalfund felagsins til endaliga støðutakan. Slíkt mál verður tikið við á dagskránna á næsta aðalfundi.

Nevndin avger um limur, sum er koyrdur úr felagnum, kann fáa limaskap aftur í felagnum.

 

§ 5 Limagjald

Stk. 1: Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum fyri eitt ár í senn. 

 

§ 6 Aðalfundur

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið verður hildin í várhálvuni á hvørjum ári.

Fundarboð við tilskilaðari dagsskrá verða send limunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan.      Á aðalfundi eru fundarevnini hesi:

1) Val av orðstýrara og skrivara.

2) Frágreiðing formansins frá virki felagsins í farna ári.

3) Framløga av roknskapi.

4) Val av nevnd.

5) Val av tiltakslimi.

6) Val av grannskoðara. 

8) Ásetan av limagjaldi.

9) Val av limum í ymiskum umboðandi nevndum.

9) Ymiskt.

 

§ 7

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá minst seks limir eru á fundi.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin metir tað neyðugt, ella tá minst tveir triðingar av A-limunum krevja tað við tilskilan av evni, sum skal viðgerast á fundinum.

Avgerðir verða tiknar við vanligum meirluta.

 

§ 8

Fundarfrásagnir verða skrivaðar í gerðabók, sum undirskrivað verður av fundarskrivara og orðstýrara.

 

§ 9 Nevndin

Nevndin hevur dagligu leiðslu og rakstur felagsins um hendi, umframt tey viðurskifti, ið sambært viðtøkunum eru løgd til nevndina.

Í nevndini sita 5 limir, sum valdir verða á aðalfundi felagsins, og sum umboða eina góða breidd av yrkisbólkum innan palllista- og leikhústarvsfólkaøkið.

Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali og annaðhvørt ár tríggir nevndarlimir. Fyrsta árið verður lutakast um, hvør skal standa fyri vali næsta ár.

Afturval kann fara fram.

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og nevndarlimi.

Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella tríggir nevndarlimir ynskja tað.                                              Nevndarformaðurin kallar nevndina inn til fundir.

Nevndin er viðtøkufør, tá minst 4/5 av nevndarlimunum eru møttir á fundi.

Fundarumrøður verða skrivaðar í gerðabók, sum undirskrivað verður av øllum nevndarlimum, sum eru møttir á fundi.

 

§ 10 Tekningar – og undirskrivingarrættur

Felagið verður bundið við undirskrift formansins og einum øðrum nevndarlimi.

Til at keypa, selja ella veðseta fasta ogn krevst aðalfundarsamtykt og undirskrift av allari nevndini.

 

§ 11 Roknskaparár og grannskoðan

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Grannskoðari felagsins skal grannskoða roknskap felagsins soleiðis, at roknskapurin er klárur at leggja fyri aðalfundin til góðkenningar.

 

§ 12 Viðtøkubroytingar

Til at samtykkja viðtøkubroytingar krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av teimum møttu A-limunum á aðalfundi atkvøða fyri, og at uppskot um broytingar er sent limunum saman við fráboðanini um aðalfundin, sí § 6. 

 

§ 13 Avtøka av felagnum

Til at taka felagið av krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av A-limunum eru á aðalfundi, og at uppskotið verður samtykt við tveimum triðingum av greiddum atkvøðum.

Verður felagið tikið av, skulu ognir tess – eftir samtykt á aðalfundinum – nýtast til eitthvørt almannagagnligt endamál.

 

§ 14 Gildiskoma

Henda lóg kom í gildi, tá stovnandi aðalfundur varð hildin tann 29. septembur 2020.

© 2020 Palllistafelagið

bottom of page